
Bara so tit vita tað: hetta er ikki hvør sum helst brúgv 🙂 Annars er at siga, at eg havi eina starvsleið og PhD innan læring, leiðslu og arbeiðsorganisering. Eg reki nú mítt Menning.info (á donskum “Sammenhæng” og á enskum “Discernment”) og arbeiði sum eksternur lektari á Copenhagen Business School. Eg havi áður starvast á flakavirki, í handli, í fólkaskúla, á bústovni fyri børn við autismu, á psykiatriskari ungdómsdeild, á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, á Roskilde Universiteti, á Leeds University og McCormick Centre for Early Childhood Leadership á National Louis University í Chicago.
Við síðuna av hesum størvum havi eg í mínari frítíð havt mína privatu fyritøku, har eg havi veitt starvsfólkamenning og leiðslu-vegleiðing. Mest til almennar stovnar, men eisini t.d. til Betri og eitt leiðslusamtak, ið hevur arbeitt við list og leiðslu (Articon, Føroya Bjór, Landsverk, Løgmansskrivstovan og onnur vóru við). Eg havi eisini staðið fyri starvsfólkamenning uttanfyri landoddarnar í Danmark, Grønlandi og Onglandi.
Eg búgvi í Keypmannahavn, men eg eri regluliga í Føroyum og arbeiði. Eg eri eksternur lektorur á CBS (Copenhagen Business School), har eg undirvísi í organisatiónsanalýsu. Tað er organisatiónsástøði fyrst og so læra tey lesandi hvussu man analýserer organisatorisk viðurskiftir.
Eg haldi eisini kvøldskúlavirksemi, fyrilestrar og turisttúrar um Søren Kierkegaard og Hannah Arendt. Bæði eru eksistentiellir ástøðingar.
Her er míni serfrøðingaevnir:
Innan leiðslu og praksis í einum stovni/fyritøku: samlag millum starvfólk og leiðarar, leiðsluspjaðing, MUS/TUS/GRUS/LUS, broytingarleiðsla, teambuilding, fundarleiðsla, verkætlanarleiðsla, starvsfólkaleiðsla, narrativ leiðsla, relatiónsleiðsla, viðurkennandi leiðsla, toymisleiðsla, appreciative inquiry, ørðvísi starvsfólkafundir við Open Space og World Café, sjálvleiðsla, leiðsla í einum føroyskum nærsamfelagi, strategisk leiðsla og vegleiðing av starvsfólki.
Innan útbúgving og námsfrøðiliga økið: foreldrasamstarv, autismu spektrum órógv, ung við eksistentiellum trupulleikum, fólk við pyskiatriskum diagnosum, Professionellir Lærandi Felagsskapir, Professionell Námsfrøðilig Netverk, fyribyrgjandi barnaverndarmálsarbeiði, relatiónir, floksleiðsla, námsfrøðilig leiðsla, online undirvísing, skúlaaftran, at leiða ein bólk við dagstovnabørnum, tvørprofessionell leiðsla, tvørsektoriel leiðsla, samstarv millum hjálparfólk og námsfrøðingar, samstarv millum lærarar og námsfrøðingar, inklusión, námsfrøðilig sálarfrøði, námsfrøði og leiðsla av inklusión.
Og annars hesi generellu evnir: arbeiðsorganisering, stovnsmentan, strongd, lærandi stovnur, samstarv, samskifti, at arbeiða tvørtur um fakbólkar, seinmodernitetur, nútíðargerðin av almennum tænastum og bygnaðarbroytingar.
Somuleiðis kann eg gera størri og minni kanningar (t.d. trivnaðarkanningar) við kvalitativum interviewkanningum, kvantitativum spurnarblaðskanningum, eygleiðingum, dokumentanalýsum ella ein blandingur av fleiri ymiskum kanningum.
Her eru nakrar útvaldar uppgávur, ið eg havi framt:
-Staðið fyri at útbúgva undirvísarar á Sjónám sum professionellar eftirmetarar til trygdarskeið á boriplattformum
-Havi verið limur í Fólkaskúlaráðnum hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum
-Leitt 4 verkætlanir við tils. uml. 400.000 kr á Fróðskaparsetur Føroya
-Dygdarmett eftirmeting av sosialpedagogiska instituttinum í Illuissaat
-Leitt og fyriskipað Fólkafundin 2012-2014 saman við Advent management (umleið 100.000 kr í stuðul frá føroyskum kommunum)
-Fyrilestrahaldari í Nuuk “Barndommen i forandring – perspektiver på familien og institutioner for børn og unge”
-Verkætlan við at lýsa nútímans førleikar hjá námsfrøðingum við serligum atliti til tvørprofessionelt samstav fyri Føroya Pedagogfelag
-Høvuðsfyrilestrahaldari á konferancu við heitinum “Praksis-modeller i det tværprofessionelle arbejde” á University College Lillebælt
-Limur í eftirmetingarnevnd fyri tvørprofessionelt modul á University College Copenhagen
-Høvuðsfyrilestrahaldari á konferancu við heitinum ”Strategic Inegrated Work Force Leaders”. Fyriskipað av Children’s Workforce Development Council, University of Wolverhampton og Serco