Søren Kierkegaard og Hannah Arendt

Mín grundhugkveikjan stavar sum oftast frá eksistentialismu. Eg eri serfrøðingur í tveimum eksistentialistum: Søren Kierkegaard og Hannah Arendt. 

Søren Kierkegaard havi eg arbeitt við í 3 ár, m.a. í sambandi við at eg havi kannað hvat hendir við einum persóni tá hann/hon tekur samleikan sum “leiðari” á seg. Hannah Arendt havi eg arbeitt við í 15 ár, har eg havi brúkt hana til at kanna, hvat fer fram ímillum leiðara og starvsfólk, og hvat hendir í samstarvinum millum fólk. 

Fyrilestrar og skrivlig avrik:

Eg kann koma og halda fyrilestrar um Søren Kierkegaard og Hannah Arendt ella um bæði saman. Eg havi áður hildið kvøldskúlaleygardag í Klaksvík og eitt tvey kvøld kvøldskúlaskeið í Havn. Somuleiðis havi eg hildið nógvar online fyrilestrar og samtalur um Kierkegaard og Arendt. Sí “upptøkur” her á heimasíðuni.  

Nógvar av mínum bókum og greinum nýta ástøðina hjá Hannah Arendt og í minni mun ymiskt frá Søren Kierkegaard (sí “skrivlig avrik”). 

Týpiskir fyrilestrar, sum eg haldi, snúgva seg um teirra lív, teirra rithøvundaskap, teirra centralu hugtøk, hvussu tann einstaki kann hugkveikjast av teirra eksistentialismu og um leiðslu/samstarv út frá teirra ástøðum. 

Guidaðar túrur um Søren Kierkegaard og Hannah Arendt í Keypmannahavn: 

Á leinkjuni niðanfyri síggjast guidaðar túrar, sum eg geri í Keypmannahavn í relatión til Søren Kierkegaard og Hannah Arendt. Um tit eru ein bólkur av føroyingum, so kann eg sagtans gera túrin á føroyskum (skriva til mín á info@menning.info). Av og á geri eg eisini túrar á føroyskum fyri fólk, sum ikki eru saman við einum bólki. Hetta verður lýst sum eitt event á facebookbólkinum “Føroyingar í Keypmannahavn”. 

Túrarnir síggjast her

Online lesibólkar:

Bæði Hannah Arendt og Søren Kierkegaard eru torfør at lesa. Um tú ynskir at lesa teirrra originalskrivtir, so fyriskipi eg lesibólkar, har tú fært kunning og lesivegleiðing. Tað er í tveimum bókum hjá Kierkegaard: “Enten-Eller” og “Frygt og Bæven”. Og í trimum bókum hjá Hannah Arendt “Eichmann i Jerusalem – en rapport om ondskabens banalitet”, “Menneskets vilkår” og “Åndens liv”.  Hygg á donsku undirsíðuna her á heimasíðuni fyri meira kunning.

Um nóg nógvir føroyingar meldað seg til ein lesibólk í einari av hesum bókum, so geri eg ein á bólk har luttakararnir bert tosa føroyskt. Skriva til mín á info@menning.info um ein lesibólkur hevur tín áhugað. 

Theme: Baskerville 2 by Anders Noren.

Up ↑